|
Valsendings-Kjaftarí!
Mp3 av hesum sanginum er at finna her.
(Sangurin hjá Kristianni byrjar at spæla) Kristian? Hvat feilar? Hvat er rólogt? (Veeeeeeeeeeee-) Kristian? (-eeeeeee-) YO! Sketch: Hvat Fanin?! (ljóð av plátu ið verður tikin av ógvusliga) Gulli: Heini, slappa av. (ljóð av onkrum sum brotnar) Gulli: Ikki bróta alt ísundur fyri tað. Vend! Sketch: For Helviti gev mær eina mikrofon! Gulli: Tað er í ordan, men so skalt tú eisini slappa av. Vend!(x9)
Vend! Tað burdi veri forboðið at rappa á val Vend! Um Kristian bara hevði sagt tað val Vend! "Her må henda okkurt!" Halt kjaft tít græl í hasi forbrendu nevndini og "Vend!" so vendini
Vend! Tað burdi veri forboðið at rappa á val Vend! Um Kristian bara hevði sagt tað val Vend! Men hansara lagna skal batna og hann tagna um vit ikki lyriskt kappa skallan av! (Gulli: Heini góði slappa av...)
nú upp til valið sær man mangt og hvat helviti er hettar eg hoyri á alnótini her á telduni?? Kristian Magnussen fortelur mær at vendur skal í? eg vildi heldur havt frí frá valsendings-kjaftarí óhóskandi propaganda sum blívur øst á okkar' land tá Javnaðarflokkurin vil hava atkvøður østar millum manna køstar sum ikki vita hvørjum beini teir skulu stand' á komi nú tit! Royni nú at rappa! lat meg síggja tykkum kopiera Kára Kool aftur! tit eru meir splittaðir enn ein og hvør mulattur so tað er klárt at tit mugu brúka bílig knep at fáa fólk at atkvøða Javnaðarflokkurin er jú staðstøða tað næsta verður væl at tit fara AT kvøða eg læs um tykkum Hvat er hetta fyri fjandans virði? tit vita ikki eingongd hvat ólukkan tit sjálvi standa fyri X við lista K lat okkum nú standa handan Kollafirðin!
Niðurlag
og by the way nú eg allíkavæl eri í gongd valið er av Jóhan er vekk og tann føroyska verðin er flongd og mín pera er strongd av at royna at skilja hví politikarar halda seg gera okkum ein beina at dylja informatiónir teir goyma við vilja meðan teir brúka seg og Óli vil revsa sjónvarpið fyri at avdúka her? velja hann? Hví ikki bara fáa Sadam flognan inn nú og her? tí tað er hvat eitt slit av slíkum súðum er eitt reint diktatur tit eru forútsigiligir sum eitt slitfast ur á tinginum? Teir hava ikki landsoperatións-hilling har álop á muslimar og diskriminatións-gyklingar Miðflokkurin, tit eru bara religiónsvillingar! og Kristian eg tosaði við teg og við hasi timingini hevur tú rætt men eg vil skíta á um hetta verður stórt so leingi tað er sagt so nú veist tú hvar mítt X fer og góði vend yo eg og Equinox eru Tjóðveldismenn...
Niðurlag
hehe ok... Og forrestin; hvis man fær ov nógvar C-vitaminir blívur man fullur av piss mann... Tað forklárar alt nokkso flott, ha? Hehe eg vildi gjarna sæð Kristian givið mær ein frammaná ella ein uppercut haha
Vend!
|