|
Ongin Guð er til Eftir Penn Jillette
Penn Jillette er tann hægra, harðmæltara helvtin av ganda- og skemtiparinum Penn og Teller. Hann er stýrislimur innanfyri gransking á Cato Stovninum og hevur hildið fyrilestrar á Oxford og MIT. Penn hevur verið hjáhøvundur á trimum metseljandi bókaverkum, og er leiðandi leikstjóri á dokumentarfilminum “The Aristocrats.”
Heini Reinert týddi. Upprunaliga ritgerðin er at finna her.
Morning Edition, November 21, 2005. Eg trúgvi, at ongin Guð er til. Eg havi førkað meg longri enn ateismu. Ateisma er at ikki trúgva á Guð. At ikki trúgva á Guð er lætt - - tú kanst ikki prógva noktandi, so onki arbeiði er at gera. Tú kanst ikki prógva, at ongin fílur er í viðførisrúminum á mínum bili. Ert tú vísur? Hvussu nú? Kanska krógvaði hann seg bara í áðni. Hygg aftur. Nevndi eg, at mín persónliga og inniliga skilmarkan av orðinum “fílur” eisini fevnur um duldarkenslu, skipan, góðvild, kærleika og eitt eykadekk?
So ein og hvør við kærleika til ein sannleika, uttan fyri seg sjálva, noyðist at byrja við ongari trúgv á Guð, og síðani leita eftir ábending um Guð. Henni tørvar at sóknast eftir onkrum ópartiskt sakligum prógvi fyri eini yvurnáttúrligari mátt. Øll fólkini, ið eg skrivi t-post til, eru tíðum fæstløst í hesi leitandi støðuni. Ateismu-parturin er lættur.
Men hettar “Hesum trúgvi eg” –málið letur til at krevja eitthvørt meir persónligt, eitthvørt trúðarlop, ið hjálpir einum at síggja lívsins heildarmynd, onkrar reglur at liva eftir. So tískil sigi eg, “Hesum trúgvi eg: eg trúgvi, at ongin Guð er til.”
At hava tikið hetta stigið, upplýsur hvørt eitt bil í mínum lívi. Eg eri ikki grammur. Eg havi kærleika, bláan himmal, ælabogar og fagnaðarkort, og hetta má vera nóg mikið. Tað má vera nóg mikið, men tað er alt í alheiminum, og alt í alheiminum er ivaleyst fyri meg. Tað sýnist heldur ónærisligt, at bidda tað ósjónliga um meir. Bert kærleikin frá familjuni, ið aldi meg upp og familjuni, ið eg ali upp nú, er ivaleyst til, at mær ikki tørvar Himmalin. Eg vann í tí stóra genetiska eydnuspælinum, og eg taki móti lívsgleði hvønn einasta dag.
At trúgva, at ongin Guð er til, merkir, at eg kann ikki verða fyrigivin uttan av góðvild og ófullkomnum minnum. Hetta er gott; tað gevur mær vilja at sýna meir umhugsni. Eg noyðist, at royna at fara væl við fólki frá allar fyrstu stund.
At trúgva, at ongin Guð er til, forðar mær í at vera solipsistiskur.1 Eg kann lesa hugskot frá øllum hugsandi fólki frá vítt ymiskum mentanum. Uttan Guð kunnu vit semjast um veruleikan, og eg kann alsamt læra, nær eg fari skeivur. Vit kunnu øll halda áfram at laga okkum hvørji til onnur, so vit av røttum kunnu samskifta. Eg dvølji ikki í umhvørvi, har fólk siga, “Eg havi trúðfesti, eg trúgvi hesum av øllum mínum hjarta, og onki tú kanst siga, kann førka mín átrúnað.” Tílíkt er bert ein langrøkin máti at siga, “halt gák,” ella tvey onnur orð, ið málnevndini dámar minni væl. Men ein og hvør málslig ósømd er minni niðrandi enn úttalilsir sum, “Hvussu eg varð uppald og mín ósjónligi vinur, hava meir týdning fyri meg enn nakað, sum tú nakrantíð kanst siga ella gera yvirhøvur.” So at trúgva, at ongin Guð er, ger tað møguligt fyri meg at vera mótprógvaður, og tað er altíð stuttligt. Tað merkir, at eg læri okkurt.
At trúgva, at ongin Guð er, merkir at líðingin, eg havi sæð í míni familju, og sanniliga eisini øll líðingin í verðini, ikki er framd av eini alvitandi, alnærverandi, almáttugari orku, ið ikki kann fáast til at gera sær tann ómak, at hjálpa, ella sum bert setur okkum royndir. Heldur er tað nakað, vit øll møguliga vera før fyri at hjálpa hvør øðrum við í framtíðini. Ongin Guð merkir, at møguleiki er fyri minni líðing í framtíðini.
At trúgva, at ongin Guð er til, gevur mær eitt víðkað høvi at trúgva á familju, fólk, kærleika, sannleika, vakurleika, kynsliga samveru, fruktsjele og alt hitt, ið eg kann prógva ger hetta lívið til tað besta lívið, eg nakrantíð fari at hava.
1. Viðmerking: Solipsisma er heimspekiliga hugsjónin um, at hvørt einstakt sinn bert kann hava vitan um seg sjálvt. Tískil sigur hendan læran eisini, at einans eins egna sinn hevur tilveru. Vinarliga, Heini Reinert |